Terms & Conditions

1. Bílegging á HjáRafik.fo

Keypasavtalan við Hjá Rafik er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá Hjá Rafik.


2. Prísir

25% MVG er íroknað øllum prísunum. Prísirnir eru í donskum krónum, um einki annað er nevnt. Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum. Fyrivarni verður tikið fyri:

  • Kursbroytingum

  • Force majeure

  • Veitingarfeilum

  • Avgjaldsbroytingum

  • Úútseldum vørum og tøppifeilum


3. Søla generelt

Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum er tann galdandi prísurin.


4. Veiting

Fyrivarni verður tikið fyri útseldar vørur og tarna veitingartíð hjá útvegarum hjá Hjá Rafik.


6. Striking av bílegging

Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við Hjá Rafik umvegis telefon.
Um Hjá Rafik er byrja at framleiða matin, kann Hjá Rafik krevja fult gjald fyri bíleggingina.


7. Gjalding

Hjá Rafik bjóðar hesar online gjaldingarmøguleikar:

  • Visa

  • Visa/Dankort

  • Visa Electron

  • MasterCard

  • JCB

  • Maestro

Upphæddin verður trekt av kortinum, tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað. Tó í seinasta lagi 30 dagar eftir, at gjaldingin er framd.


8. Ert tú í iva?

Um tú ivast í eitthvørjum, mælir Hjá Rafik til, at tú setir teg í samband við okkum umvegis teldupost til rafikbourbiaa@outlook.dk ella umvegis telefon 445959.


9. Iðranarrættur

Tað er eingin iðranarrættur á matvørum.


Eksternur persóndatapolitikkur

ALMENN UPPLÝSING

Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at Hjá Rafik handfer tínar persónsupplýsingar.

Níðanfyri fara vit í stuttum ígjøgnum teir persónbólkar, íð vit handfara persónsupplýsingar um, og hvussu vit handfara hesar upplýsingar. Síðani upplýsa vit tær tíni rættindi og møguleikar fyri at klaga í samband við handfaringina av tínum persónsupplýsingum.


PERSÓNSUPPLÝSINGAR

Hjá Rafik viðger upplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum. Tú verður sum útgangsstøð biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Endamálið við hesum er at avgreiða veiting og gjalding í samband við títt keyp.

Viðgerðin av hesum upplýsingum fevnir um, at viðkomandi upplýsingar í samband við fakturering verða veittar til teir partar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á tað einstaka gjaldið, millum annað peningastovnar og gjaldskortveitarar.

Hesir persónsupplýsingar verða viðgjørdir í samband við hvørja einstaka bílegging. Upplýsingarnar verða síðani goymdar í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár við tí fyri eyga at tryggja góðskuna, kundatænastuna og harumframt endugjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar.

Heimasíðan hjá fyritøkuni brúkar cookies, sum skráseta IP-adressuna, leitisøguna og líknandi, fyri at økja um brúkaraupplivingina og fyri at granska atburðarferðina á síðuni í samband við marknaðarføring. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær cookies, sum longu eru goymdar. Vit vísa til cookiepolitikk á heimasíðuni.

Um broytingar eru í samband við endamálið ella viðgerðina av tínum persónsupplýsingum, fært tú boð um hetta.


SOSIALIR MIÐLAR

Í samband við vitjan á sosialu miðlunum hjá Hjá Rafik, verða upplýsingar heintaðar, viðgjørdir og víðarigivnir. Hetta kemur av, at teir sosialu miðlarnir (Facebook, Instagram, LinkedIn o.s.fr.) goyma cookies á tínari teldu/snildfon v.m.

Persónsupplýsingar verða brúktar av teimum sosialu miðlunum fyri at optimera lýsingar, sum eru rættadar ímóti tær, og til greining og statistikk hjá fyritøkuni. Harumframt veita teir sosialu miðlarnir tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagar.

Persónsupplýsingar verða heintaðar, uttan mun til um tú hevur ein vanga á sosialu miðlunum ella ikki. Cookies verða goymdar og eru virknar á tínari teldu/snildfon/teldli í 2 ár, uttan so tú sjálvur slettar cookies. Fyritøkan hevur ikki ávirkan á cookies-politikkin hjá sosialu miðlunum.

Teir sosialu miðlarnir veita harafturat statistikkamboð, sum fyritøkan kann brúka til at optimera kundaupplivingina á teimum sosialu miðlunum. Fyritøkan móttekur einans hesar upplýsingar í anonymum formati.

Tú kanst altíð lesa cookies-politikkin hjá fyritøkuni. Hann er at síggja á okkara heimasíðu.


TÍNI RÆTTINDI

Í samband við brúk av tínum upplýsingum hevur tú fylgjandi rættindi:

  • Rætt til at fáa innlit í teir upplýsingar, sum eru heintaðar

  • Rætt til at rætta teir upplýsingar, sum eru heintaðar

  • Rætt til at fáa teir heintaðu upplýsingarnar í lesiligum formati

  • Rætt til at avmarka viðgerðina av teirri heintaðu upplýsingunum

  • Rætt til at sletta teir heintaðu upplýsingarnar

Vinaliga vend tær til Hjá Rafik, um so er.


Kontaktupplýsingar:

Hjá Rafik
Glyvravegur 6, 625 Glyvrar, Føroyar
Tlf.: 445959
Teldupostur: rafikbourbiaa@outlook.dk


KLAGUR

Um tú hevur atfinningar viðvíkjandi nøkrum av hesum upplýsingunum, hevur tú møguleika at klaga til Dátaeftirlitið við at nýta fylgjandi kontaktupplýsingar:

Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo